11/08/2024 | Press release | Distributed by Public on 11/08/2024 07:49
Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið hava á middegi í dag tikið undir við semingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar í gjárkvøldið, tann 7. november 2024.
Sáttmálaskeið og lønarhækkan
Sáttmálin partanna millum gekk út tann 1. oktober 2024. Partarnir handaðu hvørjum øðrum krøv á fundi 11. oktober 2024. Síðani hava partarnir havt eina røð av fundum, áðrenn semingsstovnurin varð boðsendur 31. oktober.
Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála við eini lønarhækkan á 4,75% galdandi frá 1. oktober 2024.
Starvsfelagið hevur havt eina lægri lønarhækkan enn onnur feløg á almenna arbeiðsmarknaðinum í sáttmálaskeiðinum frá 2021 fram til oktober í 2024. Hetta tí, at karmurin broyttist orsakað av serligu støðuni við methøgari inflatión. Eingin avtala er á føroyska arbeiðsmarknaðinum um javning av lønarhækkanum, og heldur eingin siðvenja er fyri hesum. Orsakað av hesi serligu støðuni hava partarnir gjørt semju um at hækka lønirnar hjá Starvsfelagnum við 2,9% galdandi frá 1. apríl 2025. Starvsfelagið hevur sostatt fingið tað, sum tey vóru aftanfyri onnur fakfeløg hetta tíðarskeiðið.
Avtala um neyðtilbúgving í samband við arbeiðssteðg
Umframt broytingar í lønunum eru aðrar serstakar broytingar gjørdar, har ímillum hava sáttmálapartarnir gjørt serstaka semju um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg. Hetta hevur verið eitt týdningarmikið ynskið hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.
Haraftrat hava partarnir staðfest, at ávísir leiðarar eru undantiknir arbeiðssteðgi.
Endurskoða lønartalvuna og flokkingaravtaluna
Sáttmálapartarnir hava eisini avtalað at endurskoða lønartalvuna og flokkingaravtaluna í sáttmálaskeiðinum. Endamálið við hesum arbeiði er at fáa eina einfaldari og greiðari skipan, sum frameftir fer at gera tað lættari hjá pørtunum at umsita sáttmálan.
Semingsuppskotið sæst her
Tórshavn, tann 8. november 2024,
Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið