Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

11/01/2024 | Press release | Distributed by Public on 11/01/2024 07:43

Granskingardepil fyri børn og ungdóm stovnaður

Depilin fyri barna- og ungdómsgransking á Fróðskaparsetri Føroya er nú stovnaður, og bleiv hetta almannakunngjørt í Smæruni 30. oktober, har tvey av landsstýrisfólkunum, sum varða av Barnaverkætlanini, vóru til staðar: Margit Stórá og Djóni Nolsøe Joensen, sum eisini segði nøkur orð. Røðan kann lesast her.

Granskingardepilin er fyrireikaður í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Barnaverkætlanina.

Endamálið við nýggja deplinum er at skipa, savna saman, greina, menna og miðla vísindaliga granskingargrundaða vitan um børn og ung, sum verður við til at lýsa, tryggja, betra um og menna burðadyggar umstøður hjá børnum og ungum at trívast, mennast og mentast.
Nýggi granskingardepilin hongur væl saman við Barnaverkætlanini, sum eisini hevur til endamáls, at øll børn og ung skulu hava tryggar og góðar karmar til at gerast heil menniskju, sum kunnu virka í einum rúmligum demokratiskum samfelag.

Barna- og ungdómsgranskingardepilin, sum er tvørfakligur, verður staðsettur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Depilin verður eisini netverk fyri granskarar á barna- og ungdómsøkinum, og tí verða bæði føroyskir og útlendskir granskarar á altjóða stigi knýttir at deplinum.

Ingi H. Højsted, lektari, er tilnevndur leiðari fyri depilin. Hann fer nú saman við stýrisbólkinum undir at skipa depilin og virksemið. Í tøttum samstarvi við Barnaverkætlanina verður ein tann fyrsta uppgávan at menna og seta í verk eina føroyska kanning, sum gevur grundleggjandi kunnleika um støðuna, og sum verður ein afturvendandi tjóðarkanning av trivnaði, menning, heilsu o.a. á barna- og ungdómsøkinum. Meiri kann lesast um depilin her.

Tá omanfyri standandi var kunngjørt alment á nevndu samkomu greiddu tríggir PhD granskarar frá sínari gransking. Hesir vóru: Helgi W. Olsen, Pætur Zachariasson og Sonja Olsen.