Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/25/2024 | Press release | Distributed by Public on 10/25/2024 02:29

Landsstýrismaðurin vitjaði hjá THOR í Hósvík

Mikudagin vitjaði Dennis Holm, landsstýrismaður, hjá THOR í Hósvík, har Hans Andrias Kelduberg, stjóri, greiddi frá virkseminum hjá felagnum.

THOR er ein av áhugaverdu fyritøkunum í landinum, sum bæði tekst við fiskivinnuvirksemi á sjógvi og landi, og við virksemi í frálandavinnuni við tilknýti til oljuvinnuna og til vindmyllulundir. THOR hevur virksemi í nógvum ymiskum londum og í fleiri ymiskum pørtum av heiminum.

Á vitjanini vóru ymisk viðurskifti viðvíkjandi fiskiskapi bæði í føroyskum sjógvi og altjóða sjógvi umrødd, harumframt var evnið virðisøking og meirvirking av tilfeinginum úr havinum eisini umrøtt.

Samgongan hevur sett á skrá virðisøking, og er tað altíð áhugavert at vitja fyritøkur sum THOR, har virðisøking er ein týðandi liður í arbeiðinum hjá fyritøkuni, og á tann hátt fáa betri innlit í, hvussu fyritøkur kring landið arbeiða við virðisøking, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.